Framtíðar gentutalent banka upp á framtíðina

G14 hjá VÍF hava vunnið tað mesta í ár og í sterkari kapping í Vági herfyri gjørdust tær aftur bestar og mikukvøldið vundu tær úr eiðisgentum.

G14 luttóku í steypakapping í Vági fyrr í hesum mánaðinum og komu norður aftur sum nr 1 í sínum bólki. Av tí at kappingin var í Suðuroynni og ivaveður var, góvu fýra lið avboð. Kappingin gjørdist tí sera hørð og í bólkinum saman við VÍF-gentunum vóru bara vóru bara A lið.

Fyrsti dysturin endaði javnt ímóti Kyndil, og tað var fyrsta mista stigið hjá G14 hjá VÍF í ár. Seinna dystin vunnu tær við einum máli ímóti H71 og tann triði og seinasti dysturin ímóti EB endaði eisini við einum sigri. Av tí at Kyndil tapti onkran av sín dystum, endaðu VÍF-genturnar sum eittari við 4 stigum. – Stigini eru øðrvísini í hasum kappingunum.

Mikukvøldið 25. november spældu somu G14 á Eiði. Tær løgdu seg á odda beinanvegin við góðum skjótálopum og skjótum spælið. VÍF vardi væl og gjørdi tað sera tungt fyri EB-genturnar at koma til skot umframt at aftasti skansin eisini varð væl vardur. Dysturin endaði við einum tryggum sigri til VÍF 21-13 Hetta gentuliðið hjá VÍF hevur sera góðar og evnaríkar leikara, so VÍF kann fegnast um, at hesar einaferð koma at spæla í bestu kvinnudeildini.

G14 VÍF-Kyndil 4

Mynd Jan Nielsen – savnsmynd frá Night Cup