VÍF-StÍF: Nógv ferð tók luftina úr strandingum

Mansliðið hjá VÍF vann sannførandi 30-22 móti StÍF í seinasta dystinum, nú landskappingin fer í vetrardvala góðar fimm vikur. VÍF liggur framvegis á odda í kappingini við 22 stigum, Kyndil hevur 19 og H71 17, men H71 hevur leikt ein dyst færri.

Í heimadystinum í leygardagin spældi VÍF við nógvari ferð. Tað gjørdi, at StÍF kláraði ikki at fylgja við serliga leingi. Filip Jojic var øgiligur í álopinum og skeyt 12 mál. Verjan var aftur sera góð og liðið skifti nakrar ferðir verju frá 5-1 til 4-2 og hetta vísti seg eisini at rigga væl.

VÍF-StÍF 30-22

VÍF: Filip Jojic 12, Hanus Christophersen 3,  Andrias Eriksen 3, Julian Olsen 3, Sjúrður Olsen 2, Teis H. Rasmussen 2, Sjúrður Nielsen 2, Áki Egilsnes 1, Heini Hanusarson 1, Mads Eriksen 1, Agnar Joensen, Jón Müller, Niklas Simonsen og Tóki Seloy.

StÍF: Eyðbjørn Eiriksson 5, Kjartan Johansen 4, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 2, Pætur Johansen 2, Jógvan G. Joensen 2, Steinar Á Prestá 2, Jákup Johansen 1, Jón Rasmussen 1, Eli Gærdum, Eyðfinn Poulsen, Teitur Nielsen, Kem Weyhe, Jóhannus Olsen og Leivur Justinussen.

Kappingin er nú komin í góða helvt. 14 dystir eru leiktir og 10 dystir eru eftir. VÍF hevur sum nevnt 22 stig, men 20 stig eru framvegis eftir at spæla um. Tí kann alt henda, bæði á vøllinum og á pappírinum.

Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, sigur, at málið hjá liðinum alla tíðina hevur verið gerast støðugari við javnt góðum úrslitum. Tí fer liðið at arbeiða hart, eisini í januar.

– Liðið er enn sera ungt og í onkrum dystum hevur spælið ikki verið nóg trygt og støðugt. Tá árið byrjaði settu vit okkum sum mál at enda í topp fýra. Hetta er framvegis málið. Vit arbeiða sera hart fyri at stabiliserað alt liðið og tað gongur rætta vegin. Í verjuni fekk liðið í byrjanini t.d. oftani fleiri býttar útvísingar, og hetta gjørdi viðhvørt, at liðið tapti ella mundi mist á stokkinum, tí onkur sat uttanfyri við býttari útvísing.

– Vit liggja enn fremstir, men tað skal ikki so øgiliga nógv til, fyrr enn bæði Kyndil og H71 eru óbehagiliga tætt upp at okkum. Hinvegin skal heldur ikki so nógv til afturat, fyrr enn vit eru har, sum vit so fegnir vilja vera. Tí hevur tað týdning ikki at missa tamarhaldið, og vit vilja arbeiða hart í vetrarsteðginum til tess koma so væl sum møguligt inn í kappingina aftur í februar, sigur Ingi Olsen.

Støðan 21.12.14