Felags foreldrafundur hjá VÍF verður 17.08-2014

Nú hondbólturin og skúlanir byrja aftur, so skipar VÍF fyri felags foreldrafundi í Ítróttarhøllini sunnukvøldið tann 17.08.2014 kl 1900.

Uppleggið fyri fundin verður, at nevnd felagsins greiðir frá hvørjar ætlanir felagið hevur framyvir fyri ungdómin. Felagi fer eisini at greiða eitt sindur frá, hví vit hava valt Michael Ericsson og Inga Olsen til ungdómsvenjarar.

Michael fer sjálvur at hava eina framløgu um sítt virkna venjaralív og hvat hann/teir ætlað framyvir.

Nevndin fer eisini at spyrja tykkum foreldur um, hvat tit forvanta av okkum sum felag. Vit hava brúk fyri tykkara RÍS & RÓS, fyri at vit kunnu menna felagið og skapa ein enn betri felagskap.

Felagið vónar og vantar, at eitt ella tvey umborð fyri hvørt barni møta upp til hendan týdningarmikla fundin.

 

VÍF