Her er ein leinkja til myndir av bátastevnuni, sum Hilbert Ellison hevur tikið og framvegis tekur. Hon verður dagførd. Trýst her fyri at síggja myndirnar. Tey sum hava facebook kunnu síggja langteinakappróðar myndir á her
Tað gjørdist drúgvari enn ætlað at fáa úrslitið av róðrinum á heimasíðuna. Orsøkin er, at bland var komið í útrokningina av tíðunum. Gjøllar fyrireikingar vóru gjørdar til at taka ímóti tíðini frá tólum hjá RSF. Tað vísti seg, tá ið róðurin skuldi byrjað, at tólini vístu ongar tíðir. Tann loysnin, sum síðan varð funnin í skundi, vísti seg at hava nakrar roknifeilir. Hetta umbera vit høvuðsdómarar fyri. Her síggjast endurskoðaðu úrslitini. Tíðir fyri langteinakappróður 2012 Úrslit fyri langteinakappróður 2012 Tað góða í hesum rumblinum er, at RSF er vorðið kunnugt um trupulleikan áðrenn Norðoyastevnu. blíðar heilsur Høvuðsdómararnir
Atgongumerki til framførsluna við Sveini og Ævintýraferðini kunnu keypast við avsláttri í forsølu á Magn støðini í Vestmanna og í vaflutjaldinum á kei-økinum. Atgongumerki til dansin við Frændum fáast eisini við avsláttri í forsølu á somu støðum. Harafturat kunnu atgongumerkini til nevndu tiltøk framvegis keypast í forsølu á: www.e-billett.fo við avsláttri. Vevmynd av kaiøkinum: http://portal.fo/vevmyndir/flokkur/nordurstreymoy
Trygdarviðurskifti Endamál: Fyribyrgja at nakað óhapp ella vanlukka skal henda Fremja neyðugar atgerðir um óhapp ella vanlukka hendir Mannagongd um óhapp ella vanlukka hendir Altíð: Veit fyribyrgjandi 1. hjálp Á landi: Ring 112 hjá alarmsentralinum. Samarittar tlf 283629. Á sjónum: Ring til MRCC Tórshavn tlf. 351300, hav altíð neyðkanalina, kanal 16 tendraða Tá ringt verður 112: Tú skalt upplýsa: hvat er áfatt hvussu nógv eru í vanda hvør tú ert hvaðani tú ringir Trygd á sjónum: Áðrenn Bátastevnuna hava fyrireikararnir havt samskifti við Fiskiveiðieftirlitið. Ynskir onkur at fáa samband við MRCC Tórshavn um siglingina, kann ringjast tlf. [ Les meira ]
Frá sunnudegnum 13. mai er høvið at koma við bátum og húsvognum Hósdagin 17. mai Kl. 17.00-24.00 Hvonn tjaldið hevur opið Kl. 14.00 Familjutiltak í Missiónshúsinum Kl. 17.00 Langteinakappróður Fríggjadagin 18. mai: Kl.17.00 – 01.00 Hvonn tjaldið hevur opið Kl.19.00 Barna- og ungdómstiltak í ítróttarhøllini. Ævintýraferðin við Búa Dam & Dánjal á Neystabø og Sveinur frá X-factor Leygardagin 19. mai: Kl. 12.00 – 18.00 Framsýning av modellskipum á Staðnum – Finnbogi Christiansen Kl. 15.00 – 05.00 Hvonn tjaldið hevur opið Kl. 14.30Allir bátarnir savnast við Fútaklett, har gamli postbáturin “Ólavur” tekur ímóti og skipar innsiglingina til Vestmanna. Setið á [ Les meira ]